kurk@kurk.fo+298 23 71 33

Dátuvernd

Soleiðis viðgera vit tínar persónsupplýsingar

August 2023

Kvøldskúlin í Runavík er ein stovnur undir Runavíkar kommunu. Runavíkar kommuna hevur tí ábyrgd av teimum persónsupplýsingum tú letur kommununi, tá tú skrásetur teg til eitt skeið á kvøldskúlanum. Í hesari dátuverndarkunning fært tú nærri kunning um, hvussu kvøldskúlin viðger tínar persónsupplýsingar, tá tú meldar teg til eitt kvøldskúlatilboð í kommununi.

Endamál og heimild fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum

Tá ið tú skrásetur teg til eitt skeið á kvøldskúlanum, letur tú okkum persónsupplýsingar um teg. Vit viðgera tær persónsupplýsingar um teg, sum eru neyðugar fyri at loysa fyrisitingarligu uppgávurnar okkara í sambandi við tína tilmelding og umsitingina av kvøldskúlanum.

Kvøldskúlin savnar einans tær persónsupplýsingar, ið eru neyðugar hjá okkum at fáa í sambandi við tína tilmelding, soleiðis at vit kunnu halda avtaluna sum verður gjørd í sambandi við tilmeldingina.

Heimildin fyri viðgerðini av persónsupplýsingum finna vit í dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 2.

Hvørjum letur kvøldskúlin persónsupplýsingar?

Kvøldskúlin í Runavíkar kommunu bjóðar ymisk skeið út, ið hava ymiskar undirvísarar.

Kvøldskúlin letur viðkomandi undirvísara persónsupplýsingar um teg. Undirvísarin á skeiðnum, ið tú meldar teg til, hevur tørv á tínum persónsupplýsingum í sambandi við undirvísingina. Vanliga er talan um vanligar persónsupplýsingar, sum eitt nú navn, bústaður, føðingardagur, telefonnummar og teldupostadressu. Undirvísarin nýtir hesar upplýsingar soleiðis, at hann fær samskift við teg. Tá skeiðið er av og endamálið er rokkið, verða persónsupplýsingarnar strikaðar. Kvøldskúlaleiðarin gevur undirvísarunum skrivlig boð um hetta.

Tíni rættindi

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar vit savna og skráseta um teg. Metir tú, at persónsupplýsingar, sum vit hava um teg eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa hesar rættaðar.

Tú hevur eisini rætt til at fáa persónsupplýsingar um teg strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur kvøldskúlanum rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónsupplýsingar, skalt tú skriva til datuvernd@runavik.fo.

Dátuverndarkunning hjá Runavíkar kommunu

Dátuverndarkunningin hjá Runavíkar kommunu kann lesast her. Her kanst tú lesa nærri um, hvussu tú kanst seta teg í samband við Runavíkar kommunu, hvussu kommunan viðger persónsupplýsingar í samband við teirra arbeiði sum kommunalur myndugleiki og tíni rættindi sambært dátuverndarlógini.