So leggja vit til brots aftur...................

Sum tit síggja, so er nógv spennandi á skránni í Kvøldskúlanum í Runavíkar kommunu í vetur. Fleiri av teimum góðu, gomlu og populeru skeiðinum eru aftur sett á skrá, men aftur at hesum er nøkur, ið eru nýggjari. Millum hesi, kunnu nevnast Teknmál, ið Hervør á Torkilsheyggi fer at taka sær av, Telving fyri børn á Skála, Íblástur fyri heimið, ið Anette Sonne fer at standa fyri og Føroyskt fyri útlendingar, sum Torhallur við Gil og Brynhild W. Djurhuus fara at undirvísa í. 

Um einki annað er tilskilað,verður undirvíst 20 ferðir frá viku 42 í 2017 til viku 12 í 2018. Tey styttru skeiðini verða lýst á heimasíðuni, so tit vita, júst hvørji kvøld ella hvørjar dagar tit hittast. Er okkurt at spyrja um, kunnu tit venda tykkum beinleiðis til undirvísaran ella til mín.

                                                                                         Vinaliga Hans Michael í Mittúni, leiðari

Kvøldskúlaskráin

Skráin verður kunngjørd her á heimasíðuni og í miðlunum.