
Týskvøldið 1. oktobur kl. 18:00
letur tilmeldingin til kvøldskúlaveturin 2024/2025 upp
Komandi skeiðLoading...
Loading...

21
okt
Listasmiðja í Gulu Smiðju
Listasmiðja - Gula Smiðja
Listasmiðja í Gulu Smiðju er ætlað ungum frá 7. flokki og uppeftir.
Í Listasmiðjuni fara vit at menna okkara skapandi evni og gera royndir við
ymiskum tilfari, amboðum og arbeiðshættum. Eisini læra vit um listasøgu, rák og
listafók og finna íblástur í teimum. Endamálið er at luttakararnir skulu hava
mót uppá at halda fram við skapandi arbeiði tá skeiðið er av.
Umframt luttøkugjaldið á 400 kr skulu vit brúka uml. 300 kr til egið tilfar, sum
kann gjaldast í smáum.
Listasmiðja er mánadag 17:00-19:30 í Gulu Smiðju.
Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
Vinaliga Margretha

22
okt
Dugnaskaparroynd í sigling
Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at
føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð,
sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæru,
skipstøkni, sjóreglur og veðurlæru. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur
á frálæru í GPS'ara og radara. Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin,
ið verður í mars 2025.
Undirvíst verður týskvøld og mikukvøld, men fyrsta undirvísingarkvøld verður
týskvøldið 22. oktobur kl. 18.45.
Undirvísarar verða Andre F. Danielsen og Anton Højgaard. Er okkurt at spyrja um,
eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við annan teirra.

23
okt
Orðasmíð í Gulu smiðju
Orðasmíð í Gulu smiðju
Lesi- og skriviverkstova í Gulu Smiðju, ætlað ungum frá 7. flokki og uppeftir.
Á skeiðinum fara vit at fáast við føroyskt mál á ymiskan hátt: vit hava lesibólk
við ymiskum tekstum, gera ymiskar skrivivenjingar og lesa tekstir hjá hvørjum
øðrum sum frá líður. Vit koma at hava ymiskar gestalærarar og
rithøvundavitjanir, og tey, sum luttaka, sleppa eisini sjálvi at seta
dagsskránna í ávísan mun – Yrkingar? Søgur? Sangtekstir? Samrøður? Greinar? Vit
ætla at royna eitt sindur av hvørjum! Endamálið er, at luttakararnir skulu fáa
gongd á pennin og skapanarhugin og menna sínar málsligu førleikar.
Vit byrja 23. oktober og møtast mikukvøld kl. 19.00-21.00 fram til páskir.
Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
Vinaliga Tóta

23
okt
Føroyskt teknmál
FØROYSKT TEKNMÁL
Skeiðið vendir sær til námsfrøðingar, lærarar, heilsustarvsfólk og avvarandi.
Øll eru vælkomin.
Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at venda tykkum til undirvísaran.

Fult teknað
02
nov
Møbilpolstring 2
Møbilpolstring 2
Góðu luttakarar.
Meiningin við hesum skeiði er, at luttakararnir fáa eina hilling á tí at polstra
møblar, læra ymiskar teknikkir og at nýta tey amboð, ið eru viðkomandi fyri
fakið. Meiningin er ikki, at luttakarar seta sær so nógv fyri, at undirvísarin
er bundin at tí eina næminginum tað mesta av undirvísingartíðini. Fyri at
skeiðið skal kom øllum luttakarunum til góðar, loyvir undirvísarin sær at velja
ímillum teir lutir, ið luttarararnir seta sær fyri at umvæla.
Um so er, at skeiðið er fultteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda
sær til undirvísaran.
Vinaliga Jeffri

09
jan
Fuglar í Føroyum
FUGLAR Í FØROYUM
Á SKEIÐINUM FARA VIT AT LÆRA UM FUGLALÍVIÐ Í FØROYUM, OG EISINI FARA VIT NAKRAR
TÚRAR AT HYGGJA AT FUGLI.
SKEIÐIÐ VERÐUR HILDIÐ 6 FYLGJANDI HÓSDAGAR.
AT HAVA VIÐ:
STIVLAR, ÚTIKLÆÐIR OG EVT. EINA TERMOKANNU.
ER OKKURT AT SPYRJA UM, ERU TIT VÆLKOMIN AT TOSA VIÐ MEG.
VINALIGA SILAS

24
feb
Glaslist 4
Glaslist.
Skeiðið í glaslist er ætlað nýbyrjarum. Tað vil siga, at á skeiðinum verður
farið í holt við grundleggjandi vitan og arbeiðsháttir innan glaslist.
Afturat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri teirra egna tilfar.
Skeiðið verður hildið í tríggjar dagar.
Um so er, at skeiðið verður fulteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at
venda sær til mín.
Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við
meg.
Vinaliga Miriam

06
mar
Koyrikort til prutl 2
Mannagongd:
Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15
tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
Næmingurin skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum
heim og undirvísingarstað, í undirvísingartíðarskeiðinum, verður givið.
Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp.
Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og fevnir tað um 8 tímar í frálæru.
4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni
fyri ungar prutlførarar.
Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.
Persónsupplýsningar:
Navn, bústaður, teldupostur, tlf. nr. og føðingardagur.
Kostnaður:
Kostnaðurin fyri koyrikortið er 2000 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra,
koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis og
verkligu royndirnar á 150kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150kr.
Fyrsti undirvísingardagur verður mánakvøldið 18. mars 2024 í Skúlanum við Løkin
kl. 18.00. Hetta fyrsta kvøldið verður millum annað avtalað, hvørji
kvøld luttakararnir fara at møta framyvir.
Vinaliga Hugo Kristiansen
Um okkum
Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu bjóðar hvønn vetur undirvísingartilboð innan m.a. hondarbeiði, handverk, tónleik og ítrótt.
Kvøldskúlatilboðini eru í flestu førum staðsett í skúlum í ymsum bygdum í kommununi, umframt í serliga deplinum fyri handarbeiði og handverk í Søldarfirði.
Til ber hjá ungum búsitandi í Runavíkar kommunu at brúka frítíðarkortið Spjaldrið til tilboð í kvøld- og ungdómsskúlanum.
Spjaldur
Til ber at rinda fyri kvøldskúlan við Spjaldrinum. Nýt avsláttarkotuna SPJALDUR, tá tú rindar fyri skeiðið. Far síðani inn á spjaldur.runavik.fo og rinda ta upphæddina við Spjaldrinum, sum kvøldskúlaskeiðið kostar.
