kurk@runavik.fo+298 23 70 81
Lesibólkur fyri børn við vaksnum

Lesibólkur fyri børn við vaksnum
Mánadagarnir 27/4 og 1/6 kl. 18.00-20.00

Lesibólkur fyri børn við vaksnum

Lesibólkurin fyri børn saman við vaksnum er ætlaður næmingum í 3., 4. og 5. flokki. Hugskotið er at seta á stovn ein hugnaligan bókaklubba fyri børn og foreldur á Bókasavninum við Løkin. Tað vera tveir lærarar knýttir at bókaklubbanum, sum skipa fyri og undirvísa. 

Vit hittast einaferð um mánaðin. Í fyrstu atløgu verður tiltakið tvær ferðir áðrenn summarsteðgin: 27. apríl og 1. juni.

Undirvísararnir kunna um bókina, sum skal lesast til næstu ferð, vit hittast. Tá ið vit hittast aftur, gjøgnumganga vit bókina við práti og onkrum kreativum, sum hóskar til bókina.

Endamálið er at skapa ein felagsskap, har vaksin og børn kunnu njóta lesingina saman og fáa góðar løtur við bókum, práti og hugnaligum virksemi. Hetta er eitt stað, har lesihugur og forvitni kunnu vaksa, og har bæði børn og foreldur kunnu menna góðar lesivanar – í felag.

Tilmelding fer fram inni á kurk.fo, og tað er ókeypis at luttaka (men eitt avgreiðslugjald á 10 kr er).

Vinaligar heilsanir, 

Sára Mrdalo, tlf. 789094, og Pálin Olsen, tlf. 223534

Kunning um skeiðið

  • Tíðarskeið
    27. apr. 2026 - 1. jun. 2026
  • Undirvísari
    Sára Mrdalo og Pálin Olsen
  • Klokkan
    Mánadagarnir 27/4 og 1/6 kl. 18.00-20.00
  • Stað
    Bókasavnið við Løkin