kurk@runavik.fo+298 23 70 81
Dugnaskaparroynd í sigling

Dugnaskaparroynd í sigling
Týsdag og Mikudag 18.45 til 22.00

Dugnaskaparroynd í sigling

2.900 kr

Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæru, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæru. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara, og skeið í VHF er eisini íroknað. Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, ið verður í mars 2026.  

Undirvíst verður týskvøld og mikukvøld, men fyrsta undirvísingarkvøld verður týskvøldið 21. oktober kl. 18.45.

Undirvísarar verða Andre F. Danielsen og Anton Højgaard. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við annan teirra.

Kunning um skeiðið

  • Tíðarskeið
    21. okt. 2025 - 24. mar. 2026
  • Undirvísari
    André F. Danielsen 221655 og Anton Højgaard 257574
  • Klokkan
    Týsdag og Mikudag 18.45 til 22.00
  • Stað
    Skúlin á Skála