kurk@runavik.fo+298 23 70 81
Teacher

Mikudagin 1. oktober kl. 18.00

letur tilmeldingin til kvøldskúlaárið 2025/2026 upp

Komandi skeið
Loading...

Mynd til skeið "Fólkadansur fyri børn og foreldur"
Kemur skjótt
21
sep
Fólkadansur fyri børn og foreldur
Í heyst, vetur og møguliga eisini í vár fer at bera til hjá foreldrum og børnum/ungum at dansa fólkadans í Gulu smiðju í Saltangará eina ferð um mánaðin. Vit dansa millum kl. 16-17 sunnudagarnar 21. september, 26. oktober, 23. november 2025, og møguliga aftur á vári í 2026. Sharon Weiss fer at læra okkum dansirnar. Tað er ikki neyðugt at duga nakað frammanundan. Vit fara at dansa til livandi spælimanstónleik. Sharon (dansur) og Kristian (konsertmeistari/tónleikur) eru við hvørja ferð; hinir tónleikararnir kunnu vera skiftandi. Hevur tú hug at royna teg sum tónleikara, kanst tú møta upp. Tað er ókeypis at vera við, og tað er heldur ikki neyðugt at melda seg til frammanundan, men tit eru vælkomin at gera tað kortini. Dansurin er ætlaður børnum í skúla- og forskúlaaldri, og ommur og abbar kunnu eisini vera við. Tiltakið er eitt samstarv millum Gulu smiðju, Fólkatónleikarafelagið og Kvøld- og ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu
Mynd til skeið "Boccia 1"
Kemur skjótt
20
okt
Boccia 1
Aftur í ár bjóðar kvøldskúlin parasport ítrótt fram. Dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt og at mennast gjøgnum ítrótt. Tímin byrjar við stavbólti, áðrenn farið verður at spæla boccia. Í stavbólti fáa næmingarnir sveittan fram. Boccia er eitt róligt og stuttligt spæl, har øll kunnu vera við. Vit síggjast til parasport ítrótt á Glyvrum. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran. Vinaliga Dan Lamhauge, tlf. 287516
Mynd til skeið "Glaslist 1"
Kemur skjótt
20
okt
Glaslist 1
Skeiðið í glaslist er ætlað byrjarum og teimum, ið hava ávísar royndir at arbeiða við glasi. Tað vil siga, at á skeiðinum verður farið í holtur við grundleggjandi vitan og arbeiðshættir innan glaslist.  Tað er bæði hugnaligt og stuttligt og harafturat balsam fyri likam og sál at arbeiða við glasi. Har eru óteljandi møguleikar at gera vakrar og brúkiligar lutir til tín sjálvs ella til onkran annan.  Afturat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri tað glasið, sum verður brúkt. Tey grundleggjandi arbeiðsamboðini hevur skúlin til láns.  Skeiðið verður hildið í tríggjar dagar.  Um so er, at skeiðið verður fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín.  Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.  Vinaliga Miriam 
Mynd til skeið "Klaverspæl 14 ár og eldri"
Kemur skjótt
20
okt
Klaverspæl 14 ár og eldri
Endamálið við undirvísingini er, at hvør næmingur fær spælt tann tónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, og einki andursmark er uppeftir. Høvi má vera at venja heima. Undirvísingartíðin verður gjørd eftir avtalu. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran. Vinaliga Anja Hansen
Mynd til skeið "Ljóð- og ljóstøkni"
Kemur skjótt
20
okt
Ljóð- og ljóstøkni
Í hesum kvøldskúlaskeiðinum lærir tú, hvussu tú nýtir ein analogan og ein digitalan ljóðpult, hvussu tú stillar mikrofonir upp, hvørjar mikrofonir, tú nýtir til hvørji ljóðføri og mangt annað. Eitt nú lærir tú um, hvat ein equalizari er, hvat frekvensir eru, hvat ein rúmklangur er, hvat ein monitorur er o.s.fr. Byrjað verður frá grundini, og farið verður meira í dýpdina, so hvørt sum næmingarnir eru til reiðar til tað. Tað er Johannes Steingrund, ið rekur fyritøkuna Steingrund Akustik SP/F í Saltangará, ið stendur fyri undirvísingini. Skeiðið fer fyrst og fremst at snúgva seg um ljóðtøkni í sambandi við live-framførslur, men nortið verður eisini við ljóstøkni, og tú lærir yvirskipað at nýta ein ljóspult. Miðað verður ímóti, at næmingarnir í felag standa fyri ljóð- og ljóstøknini í sambandi við eina kvøldskúlakonsert í Gulu smiðju, tá ið kvøldskúlaveturin fer at halla. Tú skalt vera fylt/ur 15 ár fyri at luttaka. Ert tú millum 15 og 18 ár (til og við 18 ár), ber til at nýta Spjaldrið. Sí frágreiðing niðast á forsíðuni av kurk.fo
Mynd til skeið "Møbilpolstring"
Kemur skjótt
20
okt
Møbilpolstring
Meiningin við skeiðnum er, at luttakararnir fáa eina hilling á tí at polstra møblar, læra ymiskar teknikkir og at nýta tey amboð, ið eru viðkomandi fyri fakið. Meiningin er ikki, at luttakarar seta sær so nógv fyri, at undirvísarin er bundin at tí eina næminginum tað mesta av undirvísingartíðini. Fyri at skeiðið skal koma øllum luttakarum til góðar, loyvir undirvísarin sær at velja ímillum teir lutir, ið luttakararnir seta sær fyri at umvæla.   Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran.
Mynd til skeið "Ættargransking"
Kemur skjótt
20
okt
Ættargransking
Í skeiðnum rekja vit ættina hjá okkum sjálvum ella øðrum so langt aftur, vit megna. Vit granska í kirkjubókum, fólkateljingum, kirkjugarðsbókum og bókum og skjølum annars.  Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran.
Mynd til skeið "Klaverspæl 14 ár og yngri"
Kemur skjótt
21
okt
Klaverspæl 14 ár og yngri
Í undirvísingini fara børnini at læra at lesa nótar og at spæla sangir. Skeiðið er fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, og høvi má vera at venja heima. Undirvísingin gongur fyri seg týsdagar millum kl. 15 og 19. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran. Ynskja tit at vita okkurt meir um undirvísingina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg. Vinaliga Amy
Mynd til skeið "List og evning - Skapandi verkstova fyri børn frá 2. til 4. flokk"
Kemur skjótt
21
okt
List og evning - Skapandi verkstova fyri børn frá 2. til 4. flokk
Hálvur annar tími um vikuna, har vit læra okkara hugflog og kreativitet at kenna. Vit skapa eina hugnaliga løtu við máling, søgum og tónleiki, og læra at mála tað, vit hoyra, síggja og hugsa.  Vit fara inn í fantasiheimin og mála tað, ið hvør einstakur hevur í sær.  Vit fara eisini at skapa ymiskt annað. Er hetta nakað, sum tykkara børn hava hug til, so síggjast vit, og vit gleða okkum😊 Vit eru Elsa Maria Helmundsdóttir Højgaard, tlf. 266303,  og Vanja Justinussen Kovacs, tlf. 222373. Tit eru vælkomin at ringja, um tit hava okkurt at spyrja um.
Mynd til skeið "Leirarbeiði"
Kemur skjótt
21
okt
Leirarbeiði
Her er gott at rokast, og her verða hendurnar skitnar. Tú kemur at arbeiða við leiri og glaring. Millum annað lærir tú at nýta pylsuteknikk, at forma, at dreya og ymiskt annað. Tað týdningarmiklasta er, at tú finnur tín egna teknikk og stíl. Kom og lær. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín. Vinaliga Tóra
Mynd til skeið "Dugnaskaparroynd í sigling"
Kemur skjótt
21
okt
Dugnaskaparroynd í sigling
Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæru, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæru. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara. Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, ið verður í mars 2026.   Undirvíst verður týskvøld og mikukvøld, men fyrsta undirvísingarkvøld verður týskvøldið 21. oktober kl. 18.45. Undirvísarar verða Andre F. Danielsen og Anton Højgaard. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við annan teirra.
Mynd til skeið "Faroese for beginners"
Kemur skjótt
21
okt
Faroese for beginners
This course is aimed at people who do not speak or understand any Faroese (or very little). The students will be presented with low level basic conversational Faroese.  During classes you will learn about Faroese culture, Faroese society and the use of Faroese as part of one’s everyday life. The course costs 350 kr.  You sign up and pay on the webpage, and you leave us with your name and personal details. The teacher will provide you with the material you need in order to participate in the course, and you are expected to attend all or most of the classes. If you are unable to attend a lesson, please send the teacher a text message. The course will take place in the school in Glyvrar Tuesday and Thursday evening from 19 o'clock until 20.45. The lessons will be twice a week until the Christmas holidays.  Provided that enough students attend the classes, there is a possibility to continue with the lessons once a week after the holidays. The teacher decides if the course continues after New Year until 24th of March 2026. You will not be charged any extra cost for this.  The first lesson will be Tuesday 21st of October. If you have any questions regarding the course do not hesitate to contact the teacher.
Mynd til skeið "Boccia 2"
Kemur skjótt
22
okt
Boccia 2
Aftur í ár bjóðar kvøldskúlin parasport ítrótt fram. Dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt og at mennast gjøgnum ítrótt. Tímin byrjar við stavbólti, áðrenn farið verður at spæla boccia. Í stavbólti fáa næmingarnir sveittan fram. Boccia er eitt róligt og stuttligt spæl, har øll kunnu vera við. Vit síggjast til parasport ítrótt á Glyvrum. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran. Vinaliga Jóhan
Mynd til skeið "Telving fyri børn"
Kemur skjótt
22
okt
Telving fyri børn
Skeiðið er ætlað børnum, sum ganga í 0. - 10. flokki. Endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri talvi. Vit gjøgnumganga mannagongdina fyri talvfólkið og reglurnar í talvi, so at tað ber til hjá teimum, ið als ikki duga at telva, at møta. Meira royndir telvarar í hesum aldursbólkinum eru eisini hjartaliga vælkomnir. Vit telva móti hvørjum øðrum og loysa talvuppgávur. Skeiðið kostar 200 kr fyri allan veturin. Við talvkvøðu Kári Sverrisson og Johnny Lamhauge
Mynd til skeið "Binding og hekkling fyri byrjarar"
Kemur skjótt
22
okt
Binding og hekkling fyri byrjarar
Hevur tú hug at læra teg at binda og hekkla? Hetta er ein fantastiskur máti at skapa mangt og hvat. Tað er bæði avstressandi og gevandi – og tú lærir tað skjótt! Skeiðið er serliga ætlað nýbyrjarum og ungum, sum vilja læra seg handverkið, men tey, sum hava bundið fyrr, og hava brúk fyri at koma á lagið aftur, eru eisini hjartaliga vælkomin.  14 ára aldursmark. Er okkurt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til undirvísaran.
Mynd til skeið "Hornorkestur 2025/26"
Kemur skjótt
22
okt
Hornorkestur 2025/26
Hornorkestrið venur hvørt mikukvøld kl. 19.30-21.30 í Glyvra skúla, og spælir til tiltøk alt árið. Set teg í samband við orkesturleiðaran, Ken Jones á tel. 287850, um tú hevur hug at spæla.
Mynd til skeið "Horn, stein og silvurarbeiði 1"
Kemur skjótt
22
okt
Horn, stein og silvurarbeiði 1
Á hesum skeiðinum fara vit at fáast við hornarbeiði, silvurarbeiði og annað handverk. Ætlanin við skeiðinum er at hjálpa tær við tínum ætlanum og tínum førleikum; at evna, lodda og polera silvur, at slípa stein, at arbeiða við horni, at skefta knívar og at gera slíðrar og annað handverk. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísararnar. Vinaliga Rebekka og Piddi
Mynd til skeið "Veving"
Kemur skjótt
22
okt
Veving
Undirvíst verður á byrjanarstigi, so at næmingarnir fáa grundleggjandi vitan um veving; so sum at gera eina renning, leggja uppá vevin og rokna út, hvussu nógv tilfar skal til. Vilja tit vita meir um skeiðið, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg. Um so er, at skeiðið er fullteknað, kunnu tit seta tykkum á bíðilista við at ringja til mín. Vinaliga Jacobina
Mynd til skeið "Føroyskt teknmál"
Kemur skjótt
22
okt
Føroyskt teknmál
Skeiðið vendir sær til námsfrøðingar, lærarar, heilsustarvsfólk og avvarðandi. Øll eru vælkomin. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at venda tykkum til undirvísaran. Vinaliga skrivið sms-boð heldur enn at ringja.
Mynd til skeið "Brodering"
Kemur skjótt
23
okt
Brodering
Undirvísingin fevnir um ymisk sløg av broderíum. Ein kann koma við tí, sum mann hevur funnið fram í goymslunum. Seinastu árini hevur brodering til føroyska búnan tó vundið upp á seg, og tí er tað flatseyming, kort- og langsting og aðrir stingir, sum lært verður. Mann kann altíð læra okkurt nýtt. Vilt tú vita meir um broderingsskeiðið, ert tú vælkomin at tosa við Ingrid. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran Vinaliga Ingrid
Mynd til skeið "Horn, stein og silvurarbeiði 2"
Kemur skjótt
23
okt
Horn, stein og silvurarbeiði 2
Á hesum skeiðinum fara vit at fáast við hornarbeiði, silvurarbeiði og annað handverk. Ætlanin við skeiðinum er at hjálpa tær við tínum ætlanum og tínum førleikum; at evna, lodda og polera silvur, at slípa stein, at arbeiða við horni, at skefta knívar og at gera slíðrar og annað handverk. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísararnar. Vinaliga Rebekka og Piddi
Mynd til skeið "Gittarspæl fyri byrjarar"
Kemur skjótt
23
okt
Gittarspæl fyri byrjarar
Gittarspælið er ætlað fólki, ið júst eru byrjað at spæla. Vit læra akkordir, rútmu og eitt sindur av nótum, og taka støði í ymiskum kendum føroyskum og útlendskum sangum. Næmingarnir skulu vera byrjaðir í 2. flokki fyri at ganga til gittarspæl.  Venjingartíðirnar verða gjørdar eftir avtalu við undirvísaran.  Næmingar mugu eiga egnan gittar, og tað verður væntað, at teir eru sinnaðir at venja fleiri ferðir um vikuna heima. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg. Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín. Vinaliga Kári 
Mynd til skeið "Solosangur"
Kemur skjótt
24
okt
Solosangur
Undirvísingin tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka. Frálæran er sangfokuserað, har arbeitt verður við røttum andadrátti og stuðli, rútmu, teknikki, listarligum úttrykki, sangvali og avbjóðingum annars. Endamálið við skeiðnum er, at næmingurin fær eina grundleggjandi vitan um sang og amboð, sum kunnu vera við til at hjálpa og menna einstaklingin í framtíðini. Tímar:  Undirvíst verður 15 ferðir, har næmingurin fær 30 minuttir soloundirvísing einaferð um vikuna. Undirvísingin er fríggjadagar frá kl 14:00 til kl 18:00. Aldursmarkið er frá 12 ár. Einstøku tíðirnar verða avtalaðar eftir, at tit eru tilmeldað. Fyrivarni skal takast fyri, at onkur hósdagur dettur burtur, tí eg eri upptikin, men tit skulu fáa 15 undirvísingarløtur, tá ið veturin er farin. Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg. Vinaliga Marjun Wolles
Mynd til skeið "Glaslist 2"
Kemur skjótt
17
nov
Glaslist 2
Skeiðið í glaslist er ætlað byrjarum og teimum, ið hava ávísar royndir at arbeiða við glasi. Tað vil siga, at á skeiðinum verður farið í holtur við grundleggjandi vitan og arbeiðshættir innan glaslist. Tað er bæði hugnaligt og stuttligt og harafturat balsam fyri likam og sál at arbeiða við glasi. Har eru óteljandi møguleikar at gera vakrar og brúkiligar lutir til tín sjálvs ella til onkran annan.  Afturat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri tað glasið, sum verður brúkt. Tey grundleggjandi arbeiðsamboðini hevur skúlin til láns.  Skeiðið verður hildið í tríggjar dagar.  Um so er, at skeiðið verður fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín.  Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.  Vinaliga Miriam 
Mynd til skeið "Kombucha verkstova"
Kemur skjótt
09
des
Kombucha verkstova
Saman við Felisiu Helmsdal, høvuðsbryggjara í Ástaklokkuni í Bringsnagøtu í Havn, fara vit at læra at gera kombucha, og hon skrivar soleiðis um skeiðið:  Tú hugsar kanska: "Hvat er kombucha?", men tað kann eg siga tær. Tað er fermenterað te. Ein elligamal, alkoholfríur drykkur úr Kina.  Á hesari verkstovuni fara tit at læra at bryggja kombucha frá byrjan til enda. So tá ið vit eru liðug, kunnu tit hava tykkara heilt egna kombucha-bryggjarí heima við hús.  Í fyrsta parti læra tit fyrra partin av fermenteringini; at bryggja te, og um alt tað fantastiska mikrolívið í kombucha-kulturinum. Í øðrum parti fer tað at snúgva seg mest um allar smakkkombinatiónirnar, mann kann spæla sær við, so tit kunnu gera tykkara egna yndiskombucha. 
Mynd til skeið "Bachata fyri byrjarar (jan-mars 2026)"
Kemur skjótt
12
jan
Bachata fyri byrjarar (jan-mars 2026)
Komið og roynið suðuramerikanska pardansin Bachata! Bachata er ein lættur og hugnaligur pardansur, sum øll kunnu vera við til. Endamálið við Bachata er at spreiða dansigleðina runt allan heimin og at njóta góðan tónleik. Tað er ikki krav at hava dansipartnara við. Vit byrja heilt róliga, og vit lova tykkum, at tit fara at hugna tykkum. Undirvísarar eru Sharon Sivertsen, tlf. 275532, og Iris Kirke, tlf. 275970
Mynd til skeið "Kvæði og føroyskur dansur"
Kemur skjótt
17
jan
Kvæði og føroyskur dansur
Á skeiðnum koma luttakararnir at fáa innlit í kvæðamentan okkara. Bæði hvussu hon hevur livað øld eftir øld, men eisini innlit í, hvussu kvæðamentanin livir í dag. Luttakararnir koma at fáa innlit í ymisk sløg av góðum dansi, og hvat kann eyðkenna eitt gott kvæði. Vit fara uppá gólv, og luttakararnir fáa møguleika at royna seg sum skiparar, og fáa yvirskipaða vegleiðing um, hvat er vert at hava í huga, tá ið ein skipar í føroyskum dansi. Luttakararnir fáa kunnleika til nakrar læringssnildir, sum kunnu brúkast, tá ein skal læra seg kvæði uttanat. Vit royna eisini nøkur dansispøl. Á skeiðnum verður rúm fyri at práta um ymiskt, sum er dansinum viðkomandi, og at siga frá onkrari viðkomandi hending ella skemtiligari søgu.  Tit skulu vera hjartaliga vælkomin til ein dag, har vit samlast um góðu kvæðamentan okkara.  Málbólkur: 15 ár og eldri Skrá:  10.00 Vælkomin  10.15 Kvæði og dansurin - í arbeiðslívi og til skemtanar øld eftir øld 10.40 Vit fara uppá gólv 11.00 Kvæðaeyðkenni - tað góða kvæðið 11.20 Dansurin og leiklutur skiparans - tann góði dansurin 11.40 Vit fara uppá gólv 12.00 Millummáli 13.00 At læra seg kvæðir 13.40 Vit fara uppa gólv 14.00 Dansispøl - ein partur av mentanararvinum 14.15 Vit dansa dansispøl 14.45 Kaffi og vit taka samanum
Mynd til skeið "Glaslist 3 - Tvey ættarlið"
Kemur skjótt
19
jan
Glaslist 3 - Tvey ættarlið
Hetta skeiðið er ætlað einum vaksnum saman við einum barni (3. -10. flokki).  Skeiðið í glaslist er ætlað nýbyrjarum, men ert tú eitt sindur meira roynd/royndur, er skeiðið heilt víst eisini nakað fyri teg. Á skeiðnum verður farið í holtur við grundleggjandi vitan og arbeiðshættir innan glaslist. Tað er bæði hugnaligt og stuttligt og harafturat balsam fyri likam og sál at arbeiða við glasi. Har eru óteljandi møguleikar at gera vakrar og brúkiligar lutir til tín sjálvs ella til onkran annan.  Aftrat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri tað glasið, sum verður brúkt. Tey grundleggjandi arbeiðsamboðini hevur skúlin til láns.  Skeiðið verður hildið í tveir dagar frá klokkan 16 til 21.  Um so er, at skeiðið verður fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín.  Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.  Vinaliga Miriam 
Mynd til skeið "Glaslist 4"
Kemur skjótt
16
feb
Glaslist 4
Skeiðið í glaslist er ætlað byrjarum og teimum, ið hava ávísar royndir at arbeiða við glasi. Tað vil siga, at á skeiðinum verður farið í holtur við grundleggjandi vitan og arbeiðshættir innan glaslist.  Tað er bæði hugnaligt og stuttligt og harafturat balsam fyri likam og sál at arbeiða við glasi. Har eru óteljandi møguleikar at gera vakrar og brúkiligar lutir til tín sjálvs ella til onkran annan.  Afturat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri tað glasið, sum verður brúkt. Tey grundleggjandi arbeiðsamboðini hevur skúlin til láns.  Skeiðið verður hildið í tríggjar dagar.  Um so er, at skeiðið verður fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín.  Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.  Vinaliga Miriam 
Mynd til skeið "Glaslist 5 - Restskeið"
Kemur skjótt
23
feb
Glaslist 5 - Restskeið
Hetta skeiðið er bert í ein dag, og vit brúka bert burturúr restglasinum. Harvið er prísurin fyri glasið bíligari á hesum skeiðinum.  Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.  Vinaliga Miriam 
Mynd til skeið "Svimjing fyri vaksin"
Kemur skjótt
04
mar
Svimjing fyri vaksin
Tá ið svimjihøllin í Bylgjuni í Runavík er tikin í nýtslu, verður møguleiki hjá teimum yvir 16 ár at fáa frálæru í at svimja. Skeiðið er ætlað byrjarum ella fólki, ið ikki kenna seg heilt trygg við at vera í einum hyli, men sum fegin vilja læra at svimja. Byrjað verður frá grundini, og Sonya Pratt, ið hevur drúgvar royndir sum svimjilærari í Kanada og Danmark, tekur sær av frálæruni. Frálæran fer fram á donskum. Fyrsta skeiðið er bert fýra kvøld, eina ferð um vikuna. Eftir ætlan verður tað frá 4. mars og fram til 25. mars, ið ikki er so leingi, men tað er altíð ein byrjan! Enn er tó óvist, júst nær svimjihøllin letur upp, og fyrst skal hon roynast í sambandi við trygdarvenjingar, skúlasvimjing o.a., so tað kann vera, at skeiðið verður framskundað ella útsett. Hava tit spurningar um sjálva svimjifrálæruna, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Sonyu, tlf. 237046
Mynd til skeið "Koyrikort til prutl (várið 2026)"
Kemur skjótt
23
mar
Koyrikort til prutl (várið 2026)
Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru. Næmingurin skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað í undirvísingartíðarskeiðinum verður givið. Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeiði í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og tað fevnir um 8 tímar í frálæru. 4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar. Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni. Persónsupplýsningar: Navn, bústaður, teldupostur, tlf. nr. og føðingardagur. Kostnaður: Kostnaðurin fyri koyrikortið er 2000 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis- og verkligu royndirnar á 150 kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150 kr. Ert tú undir 18 ber til at nýta SPJALDUR. Fyrsti undirvísingardagur verður mánakvøldið  23. mars 2026 í Skúlanum við Løkin kl. 18.00. Hetta fyrsta kvøldið verður millum annað avtalað, hvørji kvøld luttakararnir fara at møta framyvir.  Vinaliga Hugo Kristiansen 
Mynd til skeið "Fuglar í nærumhvørvinum"
Kemur skjótt
02
mai
Fuglar í nærumhvørvinum
Skeiðið setir sjóneykuna á fuglalívið í nærumhvørvinum við Løkin í Runavík; t.e. við Toftavatn og kring Skálafjørðin. Fuglar við Toftavatn Føroysku vøtnini hava sítt heilt serstaka og ríka fuglalív. Summi fuglasløg reiðrast einans við vøtn og tjarnir, og tað er sera vanligt – serliga í summarhálvuni – at síggja nógv ymisk sløg á teimum teigum, har sum vatn og vátt er. Toftavatn er ein av heilt serstøku náttúruperlunum í Føroyum, og har sæst altíð fuglur. Umframt vanlig sløg, so sum grágæs, villdunnur, trøllentur og másar, so kunnu eisini minni vanlig og sjáldsom sløg síggjast. Lómur og gjør vitja á vatninum av og á, og eisini eru grábøka, sjógvhøna og reyðspógvi sædd har, umframt nógv annað spennandi. Luttakararnir fáa fyrst eitt snarskeið leygarmorgun í teimum fuglunum, sum bæði eru vanligir og sjáldsamir við føroysku vøtnini. Síðani verður farið túr kring Toftavatn saman við skeiðleiðaranum, har vónandi nógv spennandi fuglalív verður at uppliva. Sjófuglalív kring Skálafjørðin Eitt av størstu eyðkennunum hjá Føroyum er ríka sjófuglalívið. Tá tosað verður um sjófugl, so verða tankarnir ofta leiddir til bjørg og lundalond, men nógvur sjófuglur kemur eisini inn í firðirnar at finna sær føði og lívd. Skálafjørðurin er Føroya størsti fjørður, og hann hýsir nógvum fuglasløgum, sum eru tongd at sjónum. Hetta skeiðið snýr seg um teir fuglarnar, og inniber bæði ein kunningarpart, sum lýsir sløgini í útsjónd og livihátti, og ein útferðarpart, har møguleiki verður at síggja og eyðmerkja nøkur av hesum sløgunum. At hava við báðar dagar: Stivlar, útiklæðir, kikara, drekka og ábit eftir tørvi. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at tosa við meg.  Vinaliga Silas

Um okkum

Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu bjóðar hvønn vetur undirvísingartilboð innan m.a. hondarbeiði, handverk, tónleik og ítrótt.

Kvøldskúlatilboðini eru í flestu førum staðsett í skúlum í ymsum bygdum í kommununi, umframt í serliga deplinum fyri handarbeiði og handverk í Søldarfirði.

Til ber hjá ungum búsitandi í Runavíkar kommunu at brúka frítíðarkortið Spjaldrið til tilboð í kvøld- og ungdómsskúlanum.

Spjaldur

Til ber at rinda fyri kvøldskúlan við Spjaldrinum. Nýt avsláttarkotuna SPJALDUR, tá tú rindar fyri skeiðið. Far síðani inn á spjaldur.runavik.fo og rinda ta upphæddina við Spjaldrinum, sum kvøldskúlaskeiðið kostar.

Mynd av Runavík