Dato: 01 Okt 2020
Góðu luttakarar.
í tilmeldingarteiginum er ein rútur, ið er merktur: Spjaldur.
Hesin er ætlaður ungdóminum í Runavíkar kommunu, ið er ímillum 6 og 18 ár.
Hesi kunnu gjalda fyri skeið í kvøldskúlanum heilt ella partvís.
Soleiðis verður hetta gjørt:
1 Táið tit melda til, skulu tit seta inn spjaldursnummarið í rútin, ið er merktur spjaldur. Hetta ger, at tit loypa gjaldingina um.
2 Síðani fara tit inn á www.spjaldur.runavik.fo og velja kvøldskúlan og upphæddina, sum skeiðið á kurk.fo kostar.
3 Eftir hetta skal ein mailur sendast til spjaldur@runavik,fo, sum greiðir frá, hvat fyri skeið og hvussu nógv goldið er fyri.
Vinaliga Hans Michael í Mittúni, leiðari, 237133