Góðu luttakarar.
í tilmeldingarteiginum er ein rútur, ið er merktur: Spjaldur.
Hesin er ætlaður ungdóminum í Runavíkar kommunu, ið er ímillum 6 og 18 ár.
Hesi kunnu gjalda fyri skeið í kvøldskúlanum heilt ella partvís.
Soleiðis verður hetta gjørt:
1 Táið tit melda til, skulu tit seta inn spjaldursnummarið í rútin, ið er merktur spjaldur. Hetta ger, at tit loypa gjaldingina um.
2 Síðani fara tit inn á www.spjaldur.runavik.fo og velja kvøldskúlan og upphæddina, sum skeiðið á kurk.fo kostar.
3 Eftir hetta skal ein mailur sendast til spjaldur@runavik,fo, sum greiðir frá, hvat fyri skeið og hvussu nógv goldið er fyri.
Vinaliga Hans Michael í Mittúni, leiðari, 237133
Dato: 01 Okt 2020
Góðu tit.
Skeiðið, Falstíðindi - lat teg ikki lumpa, er fingið í lag, eftir at faldarin fór
til prentingar, og er tí ikki at finna í honum.
Vónandi ávirkar hetta ikki undirtøkuna neiliga vegin.
Hans Michael í Mittúni, kvøldskúlaleiðari
Dato: 27 Sep 2020
Tá ið eitt skeið er fult teknað, ber til at seta seg á bíðilista við at seta
seg í samband við avvarðandi undirvísara.
Dato: 02 Sep 2020