Seyming

Góðu seymarar. 

Vit fara at seyma 10 mánakvøld í vetur í skúlanum á Skála. Seymað verður hesi kvøld:

Fyri jól: 25 oktobur, 8. og 22. novembur og 6. desembur.

Eftir jól: 10. og 24. januar, 7. og 21. februar, og 7. og 21. mars.

Á hesum skeiðinum kanst tú t.d. seyma patchwork, pungar, taskur og nógvar aðrar smærri og størri lutir. Hevur tú áhuga í hondseyming, er møguleiki til tað eisini.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi skeiðinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Vinaliga Anna Berit

 

 

Undirvísari: Anna Berit Jacobsen

Telefon: 222451

Dato: 25 Okt 2021 - 21 Mar 2022

Dagur/Klokkan: Mánadag ( 19:00 - 22:00 )

Stað: Skúlin á Skála

PLÁSS EFTIR: 3

TILMELDING