Koyrikort til lítið prutl 2

Aldursmarkið at koyra lítil prutl, sum koyra 30 kilometrar um tíman, er sett niður á 15 ár. Tískil skipar kvøldskúlin í Runavíkar kvøldskúla fyri prutlfrálæru.

Mannagongd:

  1. Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
  2. Næmingurin skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað, í undirvísingartíðarskeiðinum, verður givið.
  3. Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og fevnir tað um 8 tímar í frálæru. 4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.
  4. Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.

 

Persónsupplýsningar:

Navn, bústaður, teldupostur, tlf. nr. og føðingardagur.

Kostnaður:

Kostnaðurin fyri koyrikortið er  2000 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis og verkligu royndirnar á 150kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150kr.

Fyrsti undirvísingardagur verður hóskvøldið  25. mars 2021 í Skúlanum við Løkin kl. 18.00. Hetta fyrsta dato'ið kann møguliga broytast.  Hetta fyrsta kvøldið verður millum annað avtalað, hvørji kvøld luttakararnir fara at møta framyvir. 

Næmingar, ið ætla at taka koyrikort, mugu hava fylt 15 ár, áðrenn 31 mai.

Vinaliga Hugo Kristiansen 

Undirvísari: Hugo Kristiansen

Telefon: 221221

Dato: 25 Mar 2021 - 24 Jun 2021

Dagur/Klokkan: Hósdag ( 18:00 - 00:00 )

Stað: Skúlin við Løkin

Fult teknað

TILMELDING