Fjallatúrur við Pól

Hey tit.
 
Skeiðið Fjallatúrur við Pól er skipað sum eitt vikuskiftisskeið. Tað vil siga, at skeiðið er fríggjakvøld og leygardag. Av tí at eg má fyrihalda meg til veðrið, er endaligt dato fyri skeiðið ikki ásett, men eg miði ímóti at hava skeiðið í mars mánaða 2022. Um nóg nógv tekna seg, verða tvey skeið hildin eftir sama leisti. Tá ið mars mánaði nærkast, frætta tit frá mær. Skeiðið verður skipað soleiðis:
 
 
Fríggjakvøld frá 19.00 til 22.00 hittast við í skúlanum á Skála og fara vit at læra at ganga við GPS'ara, læra um kort og viðkomandi appir.  
 
Eisini fara vit at hyggja at, hvat lógarverkið sigur um tað at ganga í fjøllum, og hvat er vanlig praksis?
 
Góð ráð verða givin um klæðir og skógvar.
 
Vit síggja myndir og tosa um fyrimunir og vansar við ymiskum fjøllum og túrum.
 
 
Leygardagin er ein fjallatúrur á skránni, so vit fáa roynt teoriina í verki.  
 
 
Vinaliga Pól Sundskarð
 
 

Undirvísari: Pól Sundskarð

Telefon: 286436

Dato: 01 Mar 2022 - 31 Mar 2022

Dagur/Klokkan: Fríggjadag ( 19:00 - 21:00 )

Dagur/Klokkan: Leygardag ( 10:00 - 17:00 )

Stað: Skúlin á Skála

TILMELDING