Dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar

Minna dugnaskaparskeiðið hevur til endamáls at undirvísa frítíðarsiglarum í grundleggjandi siglingarlærugreinum so sum siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru, stabiliteti, og hvussu siglingin verður løgd til rættis við atliti at veður- og streymviðurskiftum. Umframt hetta verður eisini undirvíst í vanligum sjómansskapi t.d. at manovrera, knýta og nýta knútar og at verja havumhvørvið. Undirvísingin fevnir um tól t.d. GPS’ara og radara, sum eisini eru partur av munnligu royndini. Eykavinningurin við at taka dugnaskaparskeiðið fyri frítíðarsiglarar er, at prógvið er altjóða, og hetta merkir, at tað kann nýtast kring allan knøttin, og at tað eisini møguleiki at taka prógv til skjótgangandi bátar upp til 20 bruttotons. Prógvið í koyrikortstødd og -sniði er íroknað skeiðsgjaldið.

 

Tilfarið liggur um 500 kr, hetta kunnu undirvísararnir skaffa, men til ber at skaffa hetta sjálvi.

Undirvísari: André F. Danielsen og Anton Højgaard

Telefon: 221655 og 257574

Dato: 18 Okt 2022 - 15 Feb 2023

Dagur/Klokkan: Týsdag ( 19:00 - 22:00 )

Dagur/Klokkan: Mikudag ( 19:00 - 22:00 )

Stað: Skála skúli

PLÁSS EFTIR: 7

TILMELDING