Koyrikort til lítið prutl

Kvøldskúlin fer at hava skeið í koyrikorti til lítil prutl

Aldursmarkið at koyra lítil prutl, sum koyra 30 kilometrar um tíman, er sett niður á 15 ár. Tískil skipar kvøldskúlin í Runavíkar kvøldskúli fyri prutlfrálæru.

Mannagongd:

  1. Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
  2. Næmingurin skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað, í undirvísingartíðarskeiðinum, verður givið.
  3. Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og fevnir tað um 8 tímar í frálæru. 4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.
  4. Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.

 

Persónsupplýsningar:

Navn, bústaður, teldupostur, tlf. nr. og føðingardagur.

Kostnaður:

Kostnaðurin fyri koyrikortið er  1200 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis og verkligu royndirnar á 150kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150kr.

Fyrsti undirvísingardagur verður týsdagin 17. oktobur 2017 í Skúlanum við Løkin kl. 1530.

Skeiðið er avmarkað til 20 næmingar. 

Undirvísari: Oddur Jakobsen

Telefon: 224412

Dato: 17 Okt 2017 - 09 Nov 2017

Dagur/Klokkan: Týsdag ( 15:30 - 19:00 )

Dagur/Klokkan: Mikudag ( 15:30 - 19:00 )

Stað: Skúlin við Løkin

PLÁSS EFTIR: 2

TILMELDING