Hálvfín matgerð fyri menn

Skeiðið í hálvfínari matgerð er ætlað monnum, sum hugsa at gera eitt sindur meir burtur úr í køkinum.

Fyrstu trý kvøldini verða 29 novembur. 6. desembur og 13. desembur. Síðani er ætlanin at hava nøkur kvøld eftir jól. Júst nær hesi kvøldini vera, fáa tit at vita seinni. Tankin er, at trý kvøld eru á skránni hesumegin jól og síðani nøkur kvøld aftur í vár. Aftur at luttøkugjaldinum á 500 krónur gjalda luttakararnir fyri tað tilfar, ið brúkt verður hvørt kvøldið. Er annars okkurt at spyrja um, ber til at seta seg í samband við Kristvin. 

Undirvísari: Kristvin Jacobsen

Telefon: 222129

Dato: 29 Nov 2018 - 05 Apr 2019

Dagur/Klokkan: Hósdag ( 19:00 - 22:00 )

Stað: Skúlin við løkin

TILMELDING