Foto

Endamálið við fotoundirvísingini er at geva luttakarum grundvitan í myndatøku & myndaviðgerð. Undirvísingarhátturin verður samansjóðaður av einum teoretiskur & einum praktiskum parti. Tit sleppa at royna tykkum í myndatøku undir undirvísingini; og eisini koma vit at kjakast og eftirmeta myndirnar. Eisini verður nakað gjørt burturúr myndavigerð; har víst verður á myndaforrit, og hvussu hetta verður nýtt.Eisini er ætlanin, at fáa fólk á gátt, ið arbeiða við myndatøku & myndavigerð til dagligt.

Tit kunnu síggja fram til tímar við áhugaverdari undirvísing; har tit læra at nýta myndatólið & forrit til fulnar.

Neyðugt er, at luttakarin hevur digitalt myndatól. 

 

Vinaliga Búgvi

Undirvísari: Búgvi Hanusarson

Telefon: 590051

Dato: 18 Okt 2017 - 24 Mar 2018

Dagur/Klokkan: Mikudag ( 19:00 - 22:00 )

Stað: Skúlin við Løkin

PLÁSS EFTIR: 3

TILMELDING