Íblástur til heimið

Skeiðið Íblástur til heimið fer at verða hildið annahvønn leygardag frá 10.00 til kl. 14.00 í vetur. Næmingarnir fara at hittast saman við Anette hesar tíggju leygardagar: 4. nov., 11. nov., 25. nov., 9. des., 13. jan., 27. jan.,10. feb., 24. feb., 10. mar. og 24. mars.

Á skránni verður nógv ymiskt. Hugskot verða givin, hvussu heimið kann prýðast í sambandi við ymisku árstíðirnar og høgtíðirnar. Arbeiðshátturin verður í besta DIY- ella ger-tað-sjálv/ur-stíli, sum vit kenna hann úr ymiskum bløðum og sjónvarpssendingum. Eru spurningar um skeiðið, ber til at ringja til Anettu.

Undirvísari: Anette Sonne

Telefon: 277531

Dato: 28 Okt 2017 - 24 Mar 2018

Dagur/Klokkan: Leygardag ( 10:00 - 14:00 )

Stað: Skúlin við Løkin

PLÁSS EFTIR: 4

TILMELDING